Innanlands

Barnagarður sendur í koronasóttarhald

Foreldur at einum barni í Fríðriksgarði eru smittað - børn og starvsfólk send í sóttarhald í tíggju dagar

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2021-05-05 15:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag varð barnagarðurin Fríðriksgarður í Havn stongdur, og børn og starvsfólk send heim í sóttarhald. Tað veit dimma.fo at siga í dag.

Hetta hendir eftir, at foreldrini at einum barni hava fingið staðfest korona. Talan er um bretska frábrigdið, sum kom við einum ferðafólki fyrr í vikuni, og síðani hevur spjatt seg til trý onnur í gjár.

Fríðriksgarður er barnagarðurin, sum er innrættaður í skúlabygninginum við Landavegin/Fríðrik Petersensgøta, sum fyrr varð kallaður Brúniskúli.

Landslæknin hevur gjørt av at senda øll børn og starvsfólk í sóttarhald í tíggju dagar. Hesi hava eisini fingið boð um at lata seg kanna á fjórða og sætta degi. Eisini foreldrini hava fingið boð um at lata seg kanna.

Tað er bert barnagarðurin á Fríðriksgarði, sum er afturlatin. Vøggustovurnar hava opið sum vanligt, skrivar dimma.fo. 

Sambært corona.fo eru 20 fólk í sóttarhaldi í løtuni, og sambært landslæknanum fer hetta talið væntandi at vaksa, so hvørt sum smittusporingin fer fram.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder