Leygardagin 7. desember kunnu børn í øllum aldri leita sær oman í Tórsgøtu, har Margarinfabrikkin skipar fyri barnamentanardegnum, Barnajól.
Margarinfabrikkin hevur opið hús frá klokkan 11.00 til klokkan 17.00 fyri børnum, ungum og vaksnum. Øll eru tey vælkomin inn á gomlu fabrikkina at royna seg innan ymiskt handaligt, fáa sær ein kaffimunn ella bara forvitnast eftir, hvat áhugavert Margarinfabrikkin hevur at bjóða júst teimum.
Hendan dagin eru Margarinfabrikkin og Posthúskjallarin karmar um ymiskar verksmiðjur, bommfabrikk, vakurleika-salong og tónleikaframførslur.
Á verkstøðini er møguleiki fyri at gera sítt egna bomm, evna lutir burturúr leiri, lakkera jólanegl ella royna onkra av meiri listakendu verkstøðunum so sum grafiskaverkstaðin.
Eisini verða tónleikaframførslur við gentubandinum og dreingjabandinum við børnum úr Margarinfabrikkini.
Starvsfólk, ungar gentur og dreingir úr Margarinfabrikkini, hjálpa til, so at bæði børn, ung og vaksin kunnu fáa ein minnisríkan dag.
Visit Tórshavn
Innanlands
Barnajól 2019 verður leygardagin
Tiltakið verður frá klokkan 11 til klokkan 17 í Margarinfabrikkini.
Møgulriki verður millum annað at royna seg innan ymiskt handaligt (Mynd: Visti Tórshavn)
2019-12-05 18:38
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald