Mentan

Barnajól í Tórsgøtu leygardagin

Opið hús í Margarinfabrikkini og Posthúskjallaranum við framførslu og verkstøðum

2018-12-05 08:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin kunnu børn í øllum aldri leita sær oman í Tórsgøtu, har Margarinfabrikkin skipar fyri barnamentanardegnum, Barnajól.

Margarinfabrikkin hevur opið hús fyri børnum, ungum og vaksnum. Øll eru tey vælkomin inn á gomlu fabrikkina at royna seg innan ymiskt handaligt, fáa sær ein kaffimunn ella bara forvitnast eftir, hvat áhugavert Margarinfabrikkin hevur at bjóða júst teimum.

Hendan dagin eru Margarinfabrikkin og Posthúskjallarin karmar um ymiskar verksmiðjur, bommfabrikk, vakurleika-salong og tónleikaframførslur.

Tiltakið er ókeypis og ikki er neyðugt at melda seg til verkstøðini, har møguleiki er gera sítt egna bomm, evna lutir burturúr leiri, lakkera jólanegl ella royna onkra av meiri listakendu verkstøðunum so sum grafiskaverkstaðin.

Eisini verða tónleikaframførslur við gentubandinum og dreingjabandinum við børnum úr Margarinfabrikkini. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder