
Tað er vanligt, at barnakórið á Strondum er inni í eldrasambýlinum í bygdini, Sjóvarlon, og syngur. Hetta er ein siður nú um jólini, men orsakað av koronu er tað ikki møguligt.
Hetta merkir tó ikki, at børnini ikki hava møguleika at syngja fyri búfólkunum. Tí tá barnakórið á Strondum í gjárkvøldið hevði sína seinastu venjing undan jólum,
valdu tey at standa uttanfyri Sjóvarlon og syngja.
Trúboðin skrivar, at fyri opnum vindeygum stóðu børnini uttanfyri og sungu, meðan tey gomlu sótu innanfyri og lurtaðu.
- Tað merkist á teimum, at einki rørir hjørtuni sum barnarøddir, og at teimum dámdu sangin, summi sótu við stórum eygum og smíli og klappaðu, meðan onnur bara blundaðu og droymdu seg burtur í einglasanginum. Ein rørandi løta at síggja, hvussu børnini og tey gomlu veittraðu og smíltust til hvørt annað, og at uppliva hvussu ein hugnaløta í frástøða á slíkan hátt kann skapa so stóra gleði.
Børnini sungu bæði jólasangir og sunnudagsskúlasangir, og síðani hevði Fríðhild Danielsen hevði eina stutta andakt. At enda bóðu øll Faðirvár saman, áðrenn børnini ynsktu teimum eldru gleðilig jól.
Fleiri myndir kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Trúboðanum
Í farnu viku var 2. flokkur í Stranda skúla og sang lusiusang uttanfyri Sjóvarlon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald