Í ár verður Varmakelduframsýningin fimmti ár, og verður, sum frá líður, farið undir at royna at hava málningaframsýningar í Ribarhúsi og aðrastaðni við í bygdini líka til Varmakeldu.
Í sambandi við hetta eru myndir komnar upp at hanga í Ribarhúsi, sum hava hingið í Gamla skúla í Fuglafirði í mong ár. Hetta eru felags myndir, sum flokkar hava gjørt.
- Tá ið tú hevur undirvíst í myndlist í Fuglafjarðar skúla í ár so mong, vóru hetta sanniliga fragdarløtur saman við børnunum, sum høvdu rík skapandi evni. Hetta kom so væl til sjóndar í tign og sóma – løtur, sum vóru litríkar, livandi og seint verða gloymdar, skrivar Frits Johannessen, fyrrverandi myndlistalærari og sum hevur skipað fyri Varmakelduframsýningini øll hesi fimmti árini.
Tað eru umleið 20 myndir, ið eru komnar upp at hanga, og fara tær at hanga alla hesa vikuna – frá mánadegnum 28. februar til leygardagin 2. mars – kanska longri. So verður tann næsta myndarøðin hongd upp. Hesar myndir kunnu síggjast, meðan Piddasa handil er opin.
Er tað so, at onkur, ið var við til at gera onkra av hesum myndum, og navnið ikki er komið við og somuleiðis árstalið, so er møguleiki at skriva hetta á arkið, sum kemur at liggja á framsýningini við vegleiðing til myndina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald