Innanlands

Barnarættindasáttmálin 30 ár

Í hesum sambandi skipar UNICEF fyri ráðstevnu í Keypmannahavn í januar, har børn og ung úr øllum Norðanlondum fara at luttaka. Úr Føroyum luttaka 9 børn í aldrinum 12-16 ár.

Mynd: Almannamálaráðið

Mynd: Almannamálaráðið

2019-10-30 19:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

ST Barnarættindasáttmálin fyllir 30 ár í 2019, og er hetta tí eitt serstakt ár hjá børnum og ungum kring allan heim. Í hesum sambandi skipar UNICEF fyri ráðstevnu í Keypmannahavn í januar 2020, har børn og ung úr øllum Norðanlondum fara at luttaka. Úr Føroyum luttaka 9 børn í aldrinum 12-16 ár. Evnið á ráðstevnuni er grein 12 í Barnarættindasáttmálanum um rættin hjá børnum at greiða frá sínum sjónarmiðum í øllum teirra viðkomandi viðurskiftum.

Í hesum sambandi vóru børnini, ið koma at umboða Føroyar á ráðstevnuni komandi ár, á vitjan hjá landsstýriskvinnuni, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, fyri at kunna seg um føroysku skipanina og hvussu barnarættindi verða umsitin í Føroyum.

Landsstýriskvinnan varðar av Barnarættinda­sáttmálanum og viðurskiftum annars hjá børnum og ungum í Føroyum. Hon fekk eitt gott prát við hesi fittu og skilagóðu børn, ið settu henni nógvar viðkomandi spurningar. Í tráð við evni á ráðstevnuni var nógv tosað um rættin hjá børnum at verða hoyrd og at sleppa til orðanna í málum, sum børnini eru ein týðandi partur av, m.a. barnaverndarmálum og hjúnarskilnaðarmálum.

Landsstýriskvinnan metir tað at vera av stórum týdningi, at fokus verður sett á rættindi hjá børnum, og at børnini sjálvi eru við í hesum arbeiði. Børn og ung byrja alsamt vaksandi at skipa seg, fyri at gera vart við síni rættindi, og at hesi verða tikin í álvara.

Landsstýriskvinnan ynskir børnunum góða eydnu við ráðstevnuni og víðari arbeiðinum, ið ein slík ráðstevna treytar av øllum teimum, ið varða av rættindum hjá børnum og ungum.

- Almannamálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder