![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Tað er nógv virksemi á Trøðni í Fuglafirði í løtuni, har tað gongur væl við skúlabyggingini. Fuglafjarðar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at barnaskúliin eftir ætlan verður avhendaður 2. november í ár, og harvið heldur upprunaliga tíðarætlani. Tá hetta er gjørt, byrja arbeiðstakarar at seta upp útgerð og innbúgv so alt er klárt til innflyting í komandi ári. Høvi verður hjá almenninginum at vitja nýggja barnaskúlan síðstu viku áðrenn jólafrítíðina, skrivar fuglafjordur.fo.
Avtalað er eisini gjørd við arbeiðstakarnar, sum eru MT Højgaard, Victor á Lakjuni og Elcon, at felagshøllin verður avhendað 17. desember og at ítróttarhøllin og tannlæknastovan verða avhandað 18. januar 2021. Spæliplássið, sum er á tekjuni á ítróttarhøllini, verður klárt 31. mai 2021.
Tá barnaskúlin er liðugur, verður farið í holt við at høvuðsumvæla bygningin, ið framhaldsdeildin heldur til. Hesin verður eisini kallaður "nýggi skúli" millum fuglfirðingar. Fuglafjarðar kommuna og Eysturkommuna hava skúlasamstarvið Framvit, og kommunurnar standa á odda fyri verkætlanini - ein ætlan fyriliggur hvussu 2. byggstig verður gjørt.
Tað var í 2016, at Fuglafjarðar kommuna samtykti at byggja nýggja skúlan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald