Mentan

Barnaskúlin gerst livandi í hoyrispæli

1. og 2. mars verður Hoyvíkar skúli karmur um hoyrispæl, sum býður áhoyrarum aftur á skúlabonk.

2024-02-27 08:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hoyrispælið Tú ert ein dagur í morgin er søgan um ein mann, sum hugsar aftur á barnaárini í skúlanum, sum fyri hann var ein tíð, ið var merkt av happing og sálarligum snuddum. Áhoyrararnir sita á stólum mitt í einum flokshøli og uppliva gjøgnum smátalarar, hvussu stóra ávirkan skúlatíðin kann hava á okkum, sjálvt sum vaksin, og hvussu hon kann vera við til at mynda okkum.

Frásagnarrøddirnar eiga Kristian Samuel Valle Zachariassen, Ria Torgarð og Mariann Hansen. Saman taka tey okkum við sær aftur í fortíðina og til nútíðina og geva okkum eitt innlit í sosialu spølini á skúlanum og ávirkanina, sum skúlin sum stovnur hevur á kropp og sál.

15 ára gamli Kristian Samuel Valle Zachariassen, sum gongur í Skúlanum á Fløtum, er røddin hjá høvuðspersóninum. Hann heldur, at tað hevur verið áhugavert at verið við í hoyrispælinum - eisini hevur tað verið eitt sindur avbjóðandi viðhvørt. Eitt nú skuldi hann venja seg við ikki at tosa ov skjótt og at liva seg inn í leiklutin, hóast hann bara tosaði við eina dukku, tá tey spældu inn - ikki ein veruligan persón.

Kristian droymir um at gerast sjónleikari ella at vera við til at gera røddir til t.d. teknifilmar, og hann vónar, at hann, nú hann hevur verið við í Tú ert ein dagur í morgin møguliga sleppur at spæla við í øðrum leikum eisini.

[object Object]
15 ára gamli Kristian Samuel Valle Zachariassen

Seinasti partur í einum tríbókaverki
Ljóðmyndin er ein partur av Trilogi for Læringsrum, tríggjar ljóðmyndir, sum flyta listina aftur í barndómin - hendan barndómin, sum hevur verið við til at mynda okkara kropp og hugsanir. Tú ert ein dagur í morgin fer fram í einum flokshøli, meðan hinar báðar ljóðmyndirnar fara fram í einari fimleikahøll og einari svimjihøll. Tað er læruríkt at flætta listina og barndómin saman.

Norðurlendski leikbólkurin Convoi Exceptionnel hevur framleitt. Føroyska útgávan er gjørd í samstarvi millum Norðurlandahúsið í Føroyum og Listaleypin.
Tú ert ein dagur í morgin verður 1. mars, kl. 19, 2. mars, kl. 15, og 2. mars, kl. 17. Atgongumerki fáast á nlh.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder