2020-01-11 09:28
Allar forsíðurnar frá 1990-2020 verða sýndar fram, umframt at skipað verður fyri kappingum og øðrum.
Leygardagin 11. januar kl. 12.30 fer Jóhanna á Bergi at siga nøkur orð, og síðan verður bjóðað kaffi og lagkøka. Aftaná verður barnatiltak, har Ingi Poulsen og Danny Baldursson fara at spæla og syngja nøkur løg, gyklarin Ásbjørn fer at vísa nøkur “tricks”, og maskotturin Atlas vitjar við ballónum og onkrum góðum til børnini.
Framsýningin hongur á torginum í SMS til og við leygardagin 11. januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald