placeholder
Mentan

Barnaundirhald á Ljósfest

Barnatiltakið, har m.a. klovnurin Bubu fer at framføra, verður á stóra pallinum frá klokkan 15 til 17 á Ljósfestini 12. august

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2023-08-06 12:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá Ljósfest verður í Vági 12. august, verða tað ikki bert ung og tilkomin, ið sleppa at hugna sær. Børnini fáa eisini sítt, skrivar Vágs kommuna.

– Klovnurin Bubu hevur áður verið á Ljósfest, og hevur hann hugtikið børnini, og kanska vaksin við. Við orkumiklari framførslu dugir Bubu at fáa børnini við, og hann hevur av sonnum samband við fjøldina. Umframt skemt og gykl, so hevur hann jú eisini fleiri sangir, ið børnini hava tikið til sín.

– Umframt Bubu, so hava børnini eisini møguleika at hitta Odda á Ljósfestini 2023, og har plaga kanska serliga smáu børnini at heilsa uppá Odda og taka mynd saman við honum.

Eisini fara Danny og Ing á pall at syngja teirra væl kendu sangir, skrivar Vágs kommuna.

Barnatiltakið er á stóra pallinum frá klokkan 15 til 17 í samstarvi við Suðuroyar Sparikassa, sum í ár hevur verið 80 ár í bygdini.

Onnur, sum fara at framføra á Ljósfest eru Deiggj, Starligt, Marius Ziska, Hanus G. Johansen, Section, Hjalmar og Dagfinn, og Herborg Torkilsdóttir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder