Bátahugnin 2019 verður í morgin, leygardagin 1 juni.
Eins og undanfarin ár verður siglt av Selatrað til Hvalvíkar, har Sundalags Bátafelag skipar fyri ymiskum tiltøkum við bátahylin, boðar felagið frá.
Skráin fyri tiltakið er henda:
Kl. 13.30 Sigla frá Selatrað til bátahylin í Hvalvík.
Kl. 14.00 ÁWAY Service og dekksølan bjóða grillaðar pylsir og sunkist.
Kl. 15.00 - 17.00 smyrjibreyð til báta- og kampingfólk í teltinum.
Kl. 17.00 Grillaður grísur og búffar fáast til keyps frá Ørvaroddar við bátafelagshúsið.
Kl. 20.30 Felagssangur við harmoniku spæli
Kl. 23.00 Lutaseðlarnir verða trektir
Meira kunning fæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald