Innanlands

Bátahugni í Hvalvík leygardagin

Bátarnir sigla saman av Selatrað til Hvalvíkar

2021-05-31 15:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Árligi bátahugnin, sum Sundalags Bátafelag skipar fyri, verður hildin leygardagin.

Byrjað verður sum vant við, at bátarnir møtast út fyri Selatrað nakað eftir middag, og so verður silgt saman til Hvalvíkar.

Á havnalagnum í Hvalvík verður skipað fyri undirhaldi og hugna, og møguligt verður eisini hjá kampingvognum at vera til staðar á havnalagnum.

Matartelt verður á staðnum, og um kvøldið verður felagssangur.

Meira á heimasíðuni hjá Sunda kommunu 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder