
Fyri nærum trimum vikum síðani lýsta Strandferðslan Spógvan til sølu fyri hægsta boð yvir 250.000 krónur, og nú hevur Bátasølan keypt hann fyri 265.000 krónur.
Áhugin var stórur, men tilboðið hjá Bátasøluni var kortini tað einasta, sum kom inn, skrivar Kringvarpið.
Tað er bert tvey ár síðani, at Strandferðslan keypti bátin úr Klaksvík fyri 400.000 krónur. Báturin hevði tá navnið Alpha Pilot. Strandferðslan brúkti 270.000 krónur til at rigga bátin til Hestsiglingina, og báturin skifti navn til Spógvin. Spógvin var í rakstri fram til mai 2020.
Spógvin var bygdur í Noregi í 1974.
Pauli Joensen, stjóri í Bátasøluni sigur við Kringvarpið, at nógvir møguleikar eru við bátinum, bæði í ferðavinnuni og til leigutúrar annars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald