Átta fólk hava fingið skaða, eftir at báturin "Oslo XI" rendi á bryggjuna á Hovedøya út fyri norska høvuðsstaðin, Oslo.
Hjá tveimum av fólkunum er talan um álvarsligar skaðar, og eru tey koyrd á sjúkrahús, og hini seks fólkini fáa hjálp á staðnum, skrivar Politiken. Men sambært DR varð seinni boðað frá, at bert ein varð sendur á sjúkrahús.
Norska løgreglan fekk boðini stutt eftir klokkan fimm seinnapartin, lokaltíð.
Klokkan hálvgum seks vóru fleiri bjargingarbátar og ein sjúkraflutningstyrla komin á staðið. Tyrlan varð tó ikki tikin í nýtslu, av tí at tey álvarsliga særdu vórðu flutt við báti.
134 fólk vórðu umborð á bátinum, tá hann rendi á, og hildið verður, at tað vóru trupulleikar við motorinum, sum vóru orsøkin til óhappið. Báturin misti brádliga motorstyrki, og tí rendi hann á, sigur umboð hjá løgregluni.
Ógreitt er, hvussu stóran skaða báturin fekk, men sambært løgregluni er hann enn førur fyri at sigla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald