Innanlands

Bátur sigldi á land í nátt

Sjey unglingar vóru í bátinum, sum rendi á ein flúr uttan fyri Porkeri. Royndir eru tiknar fyri at staðfesta, um rúsdrekki var uppií.

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-09-08 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stutt fyri klokkan trý í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein bátur hevði siglt á ein flúr uttan fyri Porkeri.

Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at talan var um sjey unglingar, sum vóru á veg heimaftur eftir at hava verið ein túr í Vági.

Hetta var so nær við land, at tey kláraðu at sleppa á land sjálvi, og alt spældi væl av.

Sambært vakthavandi, hevur løgreglan í Suðuroynni verið og kannað málið, og vórðu royndir eisini tiknar fyri at staðfesta, um tey vóru ávirkað av rúsdrekka. Tá úrslitið kemur, verður støða tikin til, um nakar skal skuldsetast í málinum.

Annars hava fleiri tiltøk verið um vikuskiftið, og í hesum sambandi hava nógv fólk verið í býnum, upplýsir løgreglan.

Klokkan hálvgum fimm fekk løgreglan eisini eina fráboðan um húsaófrið í Havn.

Talan var um eina ósemju millum tveir menn, men enn veit løgreglan ikki rættiliga, hvat er hent, annað enn at rúsdrekki var uppií. Tí hevur løgreglan avtalað at tosa við teir aftur í dag at fáa greiðu á, hvat er hent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder