Innanlands

Bátur tók sjógv inn út fyri Slættanes

Tveir mans vóru í bátinum, og teir vórðu bjargaðir av øðrum báti.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-08-23 09:29 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár - stutt fyri klokkan 15 - fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein lítil bátur hevði tikið sjógv inn út fyri Slættanes.

Tveir mans vóru umborð á bátinum.

Tíbetur var ein annar bátur nær við, sum fekk hjálpt monnunum til lands í øllum góðum, áðrenn bátur teirra sak løtu seinni, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder