
Um klokkan hálvgun tíggju sunnukvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um, at eldur var kyknaður í einum glastrevjabáti, sum stóð uttanfyri eitt neyst í Kollafirði.
Tað tók trý korter hjá sløkkiliðnum at sløkkja eldin, og báturin hevur fingið øgiliga stóran skaða. Alt innanúr er brent, upplýsir løgreglan fyri Portalinum í morgun.
Eigarin, sum ætlaði sær út at skjóta fugl, hevði drigið bátin úr neystinum, og hann stóð enn á vogninum, tá eldurin kyknaði.
Enn kennir løgreglan ikki orsøkina til, at eldur kom í, men hann kyknaði sum skilst í motorrúminum, sigur vaktleiðarin á politistøðini, sum leggur afturat, at málið verður kannað í dag.
Bert báturin, sum var av slagnum Targa 32, fekk skaða. Neystini nærindis bátin fingu ongan skaða, og tað gjørdi eigarin av bátinum heldur ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald