Innanlands

Báturin prýddur og klárur til nýggjárshaldið í Vági

Hann er klárur til seinastu ferðina um midnáttarleitið nýggjársaftan. Sum vant verður nógv gjørt burturúr

(Mynd: Nýggjárshaldið í Vági)

(Mynd: Nýggjárshaldið í Vági)

2024-12-30 21:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

So er báturin prýddur og klárur til seinastu ferðina um midnáttarleitið nýggjársaftan, siga fyrireikararnir av nýggjárshaldinum í Vági.

Aftur í ár hava teir tríggir Jakob Skaaning, Ingi Hansen og Damir Oros staðið fyri at prýða bátin, sum verður brendur á nýggjárinum í Vági.

Nógv verður gjørt burturúr í Vági á nýggjárinum. Fyrrapartin nýggjársaftan er ókeypis morgunmatur í VB-húsinum og kirkjurenning.

Seinnapartin er barnatiltak, og móti midnátt kemur faklagongan á Tríkantin.

Skráin til nýggjárshaldið í Vági í 2024

Kl. 10-12 Nýggjársnevndin bjóðar til ókeypis almennan morgunmat í VB-húsinum.

Kl. 10 Kirkjurenning frá Vágs kirkju

Kl. 13 Barnatiltak í Vágs Høll v/Bubu og Danny and the veetos duo. Har verður eisini andlitsmáling. Dyrnar lata upp kl. 12.30.

Kl. 23.45 Faklagongan fer frá Vágs Skipasmiðju. Faklagongan hjá kvinnum byrjar við Meinigheitshúsið, tá faklagongan hjá monnum kemur vestueftir.

Kl. 0.00 Bál og stórt fýrverksshow á Tríkantinum og Sandinum. Sum vant verður sálmurin “Tíðin rennur sum streymur í á” sungin áðrenn faklarnir verða tveittir á bátin.

Eftir bálið er stórdansur á Eiðinum. Í Vágs Høll spæla Hitmen, Adrenaline, DJ Gajoe, Danny & The Veetos duo. Í VB-húsinum spæla Fourmenh og DJ Annand.

Myndirnar niðanfyri hevur nýggjársnevndin tikið í gjár og í dag:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder