Í fjør var stórt filmslið frá BBC í Føroyum. Endamálið var at gera ein part í eini dokumentarrøð um eina av granskingarverkætlanunum hjá Magna Mohr, professara á Fróðskaparsetri Føroya.
BBC-stjørnan, Michael Mosley, sum sjálvur hevur eina fortíð sum heilsugranskari, er vertur í røðini sum eitur Secrets of the Superagers.
Vísindini um tað at eldast koma á breddan í "Secrets of the Superagers", sum BBC Studios Science Unit hevur framleitt saman við Migu. Í røðini ferðast Michael Mosley kring heimin, har hann hittir ymisk fólk, sum tykjast standa væl ímóti tí at eldast. Hann savnar upplýsingar og kannar, hvat vísindini hava at siga um uppáhaldini, sum verða borin fram. Samstundis fær hyggjarin ráð um at liva heilsubetri.
Talan er um seks partar um, hví vit eldast, og hví nøkur okkara ikki eldast sum vanligt er, ella varðveita eina góða heilsu upp í árini. Hvør partur er 50 minuttir til longdar, og annar partur er um granskingarverkætlanina hjá Magna Mohr, sum upprunaliga fekk heitið Svim og Spæl (SOS).
Talan er um verkætlan, sum fór av bakkastokki í 2013, har 85 miðalaldrandi føroyskar kvinnur, sum ikki vóru kropsliga virknar, antin vandu fótbólt, svumu langar teinar ella stuttar skjótar teinar í 15 vikur. Eisini var ein kontrollbólkur við, sum ikki broytti livihátt.
Verkætlanin er almannakunngjørd í fleiri vísindaligum greinum í viðurkendum ítróttarmedisinskum vísindaligum tíðarritum. Verkætlanin varð longd í eitt ár fyri fótbóltskvinnurnar, sum eftir hetta árið stovnaðu sítt egna fótbóltsfelag, FC Trón. Tær spæla framvegis fleiri ferðir um vikuna og hava nú spælt regluliga í 10 ár.
Í 2022 gjørdu Magni Mohr og hansara granskingarbólkur eina 9-ára uppfylging av FC Trón-kvinnunum. Her vórðu tær, sum hava spælt í samfull níggju ár, har tær í miðal hava havt 800 venjingar á ein tíma, aftur kannaðar við somu kanningum. Eisini vórðu tær í kontrollbólkinum kannaðar fyri at vísa munin á almennu heilsustøðuni millum tær, ið hava regluliga fótbóltsvenjing yvir longri tíð, og tær, ið ikki venja regluliga.
Tað, sum ger kanningina serstaka, er, at meginparturin av kvinnunum eru farnar í skiftisárini hetta tíðarskeiðið. Og tað var eisini júst hetta, sum kveikti áhugan hjá BBC.
- Okkara gransking um heilsufótbólt ella Football as Medicine, sum okkara granskingarplatformur eitur, er eftirhondini so stór í vavi og hevur fylt forsíður á stóru tíðindamiðlunum um allan heim seinastu 10 árini. Hetta hevur m.a. havt við sær, at WHO vendir sær til okkara, at Center of Disease Control í USA vísir okkara gransking áhuga og nú eisini, at BBC spyr um at sleppa at gera ein dokumentarfilm um eina av okkara mongu verkætlanum.
- Tey spurdu okkum um 10 dømi, og vit sendu teimum dømi úr USA, Brasil, Portugal, Danmark og Føroyum, har SOS-kanningin var føroyska íkastið. Tey valdu hana, tí at hetta ein av heimsins longstu interventiónskanningum við kropsligari venjing, og so hetta serliga, at hetta hendir, meðan kvinnurnar eru á veg í skiftisárini. Síðan gekk tað skjótt, og BBC fekk so eisini samband við Trón-kvinnurnar, sum so eisini hava verið við at samskipa upptøkurnar, sigur Magni Mohr.
Michael Mosley og Magni Mohr práta saman, tá BBC í fjør tók upp á Eysturvølli, har kvinnurnar í FC Trón vandu heilsufótbólt
Føroyski parturin í kanningini snýr seg um beinagrindsheilsu, tí at vit vita, at skiftisárini gera, at kvinnur fáa munandi verri beinheilsu. Ein av trimum kvinnum yvir 50 ár bróta bein sum úrslit av beinbroyskni ella byrjandi beinbroyskni. Hetta hevur sera keðiligar avleiðingar fyri hesar kvinnur, men kostar eisini samfelagnum ómetaliga stórar upphæddir. Tó vísir kanningin hjá Magna Mohr og hansara samstarvsfelagum, at hetta ikki hendir fyri allar kvinnur.
FC Trón-kvinnurnar megna sum bólkur at varðveita sína beinheilsu, og stórir batar síggjast hjá summum teirra, serstakliga í beinunum, ovasta partinum av lærbeininum og niðarliga í ryggsoyluni, hóast tær flestu fara ígjøgnum skiftisárini. T.v.s. at tað, sum epidemiologiskar kanningar vísa fyri miðaltalið av kvinnum, er ikki uttan víðari sannleikin fyri allar kvinnur. Eisini setir kanningin spurnartekn við, hvat lívfrøðilig aldring er.
Magni Mohr sigur víðari:
- Vit eru ov skjót til at gera niðurstøður fyri øll út frá miðaltølum. Hetta er ein veikleiki í beskrivandi gransking, og tí má interventiónsgransking til fyri at kunna úttala seg um “orsøk-ávirkan-sambond”. Vit síggja tað á øllum økjum, at tað, sum hendir miðalpersónum, sum jú í stóran mun liva eitt kropsliga óvirkið lív, hendir ikki á sama hátt hjá undirbólkum sum t.d teimum, sum eru regluliga virkin yvir longri tíðarskeið ella alt lívið, sigur profgessarin.
Tað er júst hetta, sum verður viðgjørt í BBC-sendingini, har Magni Mohr og samstarvsfelagi hansara ígjøgnum meira 25 ár, Peter Krustrup, professari í SDU, greiða frá granskingarverkætlanini og hugleiða um fyrstu úrslitini. Eisini fylgir sendingin einum royndarpersóni í gerandisdegnum, sum er høvuðspersónur ella case í sendingini, og so er sjónvarpsliðið hjá BBC við til venjing á Eysturvølli í Havn og til kanningar á Landssjúkrahúsinum.
Sendingin “Secrets of the Superagers” er sett á skrá í Avstralia nú og verður í næstum sett á skránna hjá BBC. Eisini verður hon eftir ætlan at finna á stroymingartænastum.
- Tað er óført og stuttligt, at ein granskingarverkætlan, sum var tann fyrsta av sínum slagi (interventiónskanning) í Føroyum endaði við at gerast so stór og týdningarmikil. Hetta er eisini stuttligt fyri hesar fantastisku kvinnurnar, sum hava framt nakað serstakt, so eg gleðist eisini teirra vegna. At filmurin nú verður sendur um allan heim við einum navni sum Michael Mosley í vertsleiklutinum, er gott fyri alla føroyska gransking, fyri Fróðskaparsetrið, Landsjúkrahúsið, føroyskan fótbólt/ítrótt og ikki minst er hetta ómetaliga góð altjóða umtala fyri Føroya land, sigur Magni Mohr, professari.
Fróðskaparsetur Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald