Bretski miðilin BBC heitir nú á síni starvsfólk um at strika TikTok av teirra arbeiðstelefonum.
Tað var sunnudagin, at BBC í einum boðum til starvsfólkini frámælti tey at hava TikTok á arbeiðstelefonini.
– Uttan so, at tú hevur brúk fyri TikTok í sambandi við arbeiði títt, eigur tú at strika appina.
Almennir myndugleikar kring heimin hava bannað TikTok og meta appina vera ein vandi fyri trygdina, og tað er við hesum í huga, at BBC hevur tikið avgerðina, skrivar Ritzau.
Hósdagin boðaði bretska stjórnin eisini frá, at TikTok ikki longur var loyvt á fartelefonum, sum eru knýttar at stjórnini.
BBC fer tó framvegis at brúka TikTok í sambandi við marknaðarføring og redaktionellum endamálum. BBC hevur yvir fýra milliónir fylgjarar á sosiala miðlinum.
Illgruni hevur leingi verið um, at ByteDance, sum eigur TikTok, gevur kinesisku stjórnini atgongd til upplýsingar hjá brúkarunum, men sambært Kina byggir hetta á falstíðindi, sigur Kina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald