Meðan nógvir bretar gleðast um nýfødda sonin hjá Prins Harry og Meghan Markle, eru onnur, sum ikki heilt duga sær hógv. Ein teirra er Danny Baker, útvarpsvertur hjá bretska BBC, sum er koyrdur eftir at hava deilt eina mynd, har hann samanber nýfødda kongaliga dreingin við eina sjimpansu.
Danny Baker legði myndina, sum sæst ovast í greinini, út á Twitter, og segði nú vóru tey kongaligu á veg heim av sjúkrahúsinum.
Brúkarar á Twitter kirng allan heim vísti sína øði um at Baker samanber sonin hjá Meghan Markle, sum sjálv hevur afroamerikanskar røtur, við eina apu. Fleiri ringdu eisini til BBC fyri at fáa útvarpsvertin koyrdan.
Danny Baker var sjálvur skjótur at taka myndina av netinum og biðja um umbering. Hann sigur seg ikki sjálvan hava hugsa nakað rasistiskt í samband við myndina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald