2021-05-19 07:35
Leygardagin hevði Landsfelag Pensjónista aðalfund á Hotel Hafnia.
Á nevndarvalinum á aðalfundinum stóðu tríggir nevndarlimir fyri vali – Beate L. Samuelsen, Ingeborg Vinther, og Elna Lamhauge Strøm – og allar vórðu afturvaldar.
Eisini vórðu Jákup Hummeland, Martin Rasmussen, og Vibeke Ingvarsson vald til varalimir.
Nevndin í Landsfelag Pensjónista hevur nú skipað seg, og nú er greitt, at nevndin verður óbroytt.
Nevndin er skipað soleiðis:
- Beate L. Samuelsen, forkvinna
- Ingeborg Vinther, næstforkvinna
- Elna Lamhauge Strøm, nevndarlimur
- Alfred Olsen, nevndarlimur
- Hans Jacob á Kósini, nevndarlimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald