Føroysk frímerki vekja enn sum áður ans bæði innanlands og úti í heimi. Á Posta leggja tey tí dent á, at hvør frímerkjaútgáva hevur eitthvørt tilknýti til Føroyar ella lýsir Føroyar á onkran hátt.
- Tí frímerkið er ein spegilsmynd av tjóðini. Eitt kaghol innar í landsins sál, náttúru, søgu, plantu- og djóralív og ikki minst fólkalív. Ein lítil mentanarberi, ið røkkur langt út um landamørk, langt út í heimsins fjarastu krókar og skot. Á einum lítlum pappírslepa kunnu vit siga frá mongum forvitnisligum og tað hevur altíð verið endamálið við føroysku frímerkjunum, sigur frímerkjadeildin hjá Posta í tíðindaskrivi.
Evnini fyri tær fýra frímerkjaútgávurnar, sum koma út mánadagin eru Beethoven, filmar eftir Katrin Ottarsdóttir, talv og messuaklar.
Ludwig van Beethoven (1770 – 2020)
Í ár eru liðin 250 ár síðani mæti tónasmiðurin, Ludwig van Beethoven, varð borin í heim. Í hesum sambandi gevur Posta út eitt smáark, sum heiðrar kenda tónasmiðin.
Heiðrikur á Heygum hevur latið týska tónasmiðin í føroysk klæðir, staðsett hann í Føroyum – umgyrdan av dømum úr føroyska djóra- og plantuheiminum.
Týski Beethoven, sum búði ta mesta av lívinum í Wien í Eysturríki – og kanska ikki var greiður yvir at Føroyar vóru til – er ein líka so natúrligur partur av føroyskari mentan sum landslagið, vindurin og veðrurin í fjøllunum. Hansara tónleikur hevur fylgt okkum gjøgnum lívið, birt hugmyndir og ávirkað okkum á jøvnum fóti við okkara egnu sermentanarligu sameyðkenni – og tí heiðra vit gamla meistaran sum ein av okkara egnu.
Filmur í 125 ár
Í ár eru 125 ár liðin síðan fyrsti spælifilmur varð sýndur. Hetta var tann 28. desember 1895, tá brøðurnir Louis og Auguste Lumière høvdu teirra fyrstu almennu filmssýning í Paris.
Tað er í hesum sambandi, at Posta hevur valt at geva út frímerki við tveimum føroyskum filmum eftir Katrin Ottarsdóttir.
Í 1989 kom fyrsti spælifilmur hennara “Atlantic Rapsody” út. Hann var fyrsti spælifilmur, sum varð gjørdur av føroyskum leikstjóra, gjørdur í Føroyum og har tosað varð føroyskt.
Tey bæði frímerkini avmynda ávíkavist filmarnar "Bye bye blue bird" (1999) og "Ludo" (2014).
Talvsiðir í Føroyum
Tvey frímerki við føroyskum talvsiðum. Tey bæði frímerkini vísa ávíkavist talvfólkið "rókur" og "fýrtalv".
Talvfólkið rókur er í fleiri eldri útgávum, avmyndað sum ein maður við einum fugli á høvdinum.
Tá spælt verður fýrtalv er vanliga talvborið við 64 puntum víðkað við trimum eyka røðum í hvørjari av teimum fýra síðunum – so samanlagt eru 160 puntar.
Listafólk: Ole Wich
Messuaklar II
Hetta er onnur frímerkjaútgávan í røðini um føroyskar messuaklar. Ársins útgáva avmyndar viólbláa messuakulin – litkenning fyri advent og føstu – og hvíta messuakulin, ið serstakliga verður nýttur á jólum, á páskum og til hátíðarlig tiltøk.
Paulina M. K. Eliasen seymaði tann viólbláa messuakulin, sum Viðareiðis kirkja fekk í 2017, tá ið hon fylti 125 ár – og í sambandi við 500 áradagin fyri trúbótina.
Jóhanna Jensen í Nýggjustovu hevur bundið tann hvita messuakulin, sum Kvívíkar kirkja fekk í 1989.
Les meira um søguna aftanfyri frímerkjaútgávurnar á www.stamps.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald