Mentan

Beethoven í Havnar kirkju

Lærarar á Musikkskúlanum spæla eina strúkikvartet til Matiné í kirkjuni

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2019-02-06 13:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin verður matiné við fýra tónleikarum, sum fara at spæla eina strúkikvartet av Beethoven.

Tey fýra eru Jón Festirstein violin, Jona Jacobsen violin, Angelika Nielsen viola og Tóri R. Jacobsen, sum spælir sello. Tey eru øll lærarar í Musikkskúlanum og hava nú sett sær fyri at hava eina matiné í Havnar kirkju har tey spæla saman í strúkikvartet.

At spæla saman í strúkikvartet er eitt rættuliga vanligt fyribrigdi í klassiska strúkara-tónleikaheiminum. Tað er væl kent, at tað setur rættuliga høg krøv til tónleikarar at spæla saman í strúkikvartet. Hetta bæði tá ið tað kemur til tekniskan og tónleikaligan kunnleika hjá teimum sum spæla saman og til samstarvið millum tónleikararnar.

Nógv tónleikaskøld hava skrivað strúkikvartettir og Beethoven hevur skriva heilar seytjan kvartettir. Henda, sum verður framført leygardagin er tann fjóra av opus 18, sum er tær fyrstu seks, sum Beethoven skrivaði um ár 1800. Strúkikvartettin er í c-mol og er, sum flestu stúkikvartettir, í fýra satsum - Allegro, Andante, Menuetto og Allegro.

- Havnar kirkja

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder