Mikudagin er nýggi danski filmurin hjá Jeanette Nordahl, Begyndelser, á plakatini hjá Filmsfelagnum.
Ane (Trine Dyrholm) og Thomas (David Dencik) hava í hyggju at fara hvør til sítt, men hava enn ikki sagt børnunum frá um ætlaða skilnaðin. Thomas ætlar at flyta saman við eini aðrari kvinnu, hann hevur møtt, tá Ane bráddliga fær blóðpropp og gerandisdagurin má leggjast um.
Flytingin verður avblást, og tey gera av at halda fram at búgva saman, til Ane verður frægari. Meðan hon ger alt fyri at koma seg, mugu tey sanna, at gerandisdagurin aldri verður hini sami aftur, og at vónin kann vera har, ið eingin væntaði, at hon fór at vera.
![]()
Danski filmurin «Begyndelser» er ein lívsjáttandi og nemandi kærleiksfilmur um, hvat hendir í einum húski og einum parlagi, tá lívið hjá tí eina er fyri brádligum broytingum.
Trine Dyrholm og David Dencik, sum er millum fremstu nøvn í donskum filmi, spæla fyri fyrstu ferð í tjúgu ár saman á henda hátt.
Danski leikstjórin, Jeanette Nordahl (f.1985), var fyrstu ferð frammi í Filmsfelagnum við hugtakandi, men eisini harðrenda filminum, “Kød & Blod” (2020), um sterk familjubond í eini kriminellari danskari familju í okkara tíð.
Begyndelser verður vístur í Havnar Bio mikukvøldið 11. mars klokkan 20.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald