Robert Trump, 71 ára gamli beiggin hjá amerikanska forsetanum, andaðist í gjár, boðaði forsetin frá í nátt okkara tíð.
Hesi boðini komu dagin eftir, at Donald Trump hevði vitjað beiggja sín á Presbyterian Hospital í New York. Hann var á sjúkrahúsinum í uml. 45 minuttir, og síðani fór hann til Bedminster í New Jersey, har hann eisini helt tíðindafund.
Sambært Ritzau, verður ikki upplýst, hvør deyðsorsøkin er, men sambært fleiri amerikonskum miðlum, var Robert Trump álvarsliga sjákur. Amerikanski forsetin segði, at beiggi hansara "hevði tað ringt", men meira um støðuna vildi hann ikki siga.
Robert Trump var tvey ár yngri enn Donald Trump og vinnulívsmaður og partur av familjufyritøkuni eins og eldri beiggin.
– Hann var ikki bert beiggi mín, hann var besti vinmaður mín. Hann verður saknaður, men vit hittast aftur, skrivaði Donald Trump m.a. um beiggja sín.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald