Sambært Kinesisku myndugleikunum eru ongir nýggir “lokalir” tilburður av Koronavirussinum staðfestir teir síðstu dagarnar. Teir tilburðirnir, ið eru staðfestir teir síðstu dagarnar stava allir frá fólkum, ið hava ferðast inn í landi, sambært myndugleikunum.
Støðan ger at fólk aftur eru við gott mót, og halda at tað nú er tamarhald á støðuni í Kina skrivar BBC.
Hetta hevur fingið fólk út aftur á gøturnar, har tað so smátt byrjar at koma lív í aftur býin. Fólk síggjast nú aftur handilsgøtum og á matstovum.
Samlaða talið at smittaðum í Kina er omanfyri 81.000, harav er eru knapt 72.000 staðfest frísk aftur sambært myndugleikunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald