Í kjalarvørrinum á mótmælunum, sum seinastu tíðina hava verið í Kina, hevur landið linkað koronutiltøkini í høvuðsstaðnum, Beijing, og farið verður stigvíst aftur til ein vanligan gerandisdag.
Kinesiski statsmiðilin China Daily skrivar, at tað nú ikki longur er neyðugt at vísa á negativa koronukanning fyri at sleppa inn á eitt nú skrivstovur ella í matvøruhandlar, og eisini sigur hann seg vita frá keldum, at myndugleikarnir helst longu í morgin fara at boða frá fleiri broytingum.
Aðrastaðni í landinum verður eisini latið meira upp, skrivar Ritzau.
Mótmælini, sum hava verið seinastu tíðina, verða mett at vera tey størstu, síðan Xi Jinping forseti kom til valdið í 2012. Tað byrjaði við einum minningarhaldi fyri 10 fólkum, sum lótu lív, tá eldur kom í ein bygning í býnum Urumqi í kinesiska Xinjiang-landslutinum síðst í november.
Býurin hevði verið afturlatin í fleiri mánaðir, og tað vóru avmarkingarnar, sum søgdust at vera orsøkin til, at sløkkiliðsbilar ikki kundu koma fram, áðrenn tað var ov seint.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald