Uttanlands

Beinagrindir av 14 loðfílum funnar í Meksiko

Talan er um størsta fornfrøðiliga finning av sínum slag

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-11-07 08:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Leivdirnar av minst 14 loðfílum eru funnir í einum útgrevstri í Meksiko. Loðfílur er heitið á útdeyða fílaslagnum, ið eisini verður rópt mammuttar.

Helst er talan um eina fellu, sum fornfrøðingar hava funnið miðskeiðis í Meksiko. Beinagrindirnar av hesum risastóru plantuetandi dýrunum eru umleið 14.000 ára gamlar.

- Hetta er størsti finningur av sínum slag yvirhøvur, skrivar fornfrøðimyndugleikarnir í Meksiko í tíðindaskrivi.

Leivdirnar vórðu funnar í Tultepec, har meksikanska stjórnin er farin undir at byggja eina nýggja floghavn til Meksiko bý.

Granskarar halda, at minst fimm flokkar av loðfílum hildu til í hesum øki í fyrndini.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at beinagrind av loðfílum er funnin í Meksiko. Í 1970’unum var beinagrindin av einum mammutti funnin tá gravað var út fyri metro-tokskipanini norðan fyri høvuðsstaðin.

Loðfílar livdu kring tað mesta av heiminum, men slagið doyði út um tað mundið, tá seinasta ístíðin endaði, skrivar AFP.

Slagið helt serliga til í Norðuramerika og Sibiria, men varð hótt orsaka av øktari veiði og heitari veðurlagi. Seinastu loðfílarnir doyðu í eystara parti av Sibiria fyri umleið 4.000 árum síðani.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder