Tað var við stórum spenningi, eg setti meg at lurta eftir sendingini Leitissstein, tí gestur var ongin annar enn Beinir, sum júst hevur lagt nýggju útgávuna Greener úr hondum.
Onki er at taka seg aftur í, at í tí Beinir setir sær fyri á tónleikaliga økinum, fær hann nakað gott úr, tí vit hava eina stjørnu, sum er at meta við tær heilt stóru!
Eitt tað mest spennandi við Beini er, at hann onkursvegna er vaksin við uppgávuni, tí hann var ikki serliga gamal, tá vit øll fingu at hoyra hetta talentið.
Hann hevur eitt ella annað við tí tónleikaliga, tí hann er bara ein frálíkur tónleikari, sum er málrættaður og dugir hetta við at undirhalda.
Eg bleiv rættiliga forvitin, tá eg hoyrdi um nýggju útgávuna, tí vit hava hoyrt nøkur stakløg, sum øll fella sera væl í oyrað, tí eg merki eina erligheit og eitt jarðbundni, sum eg haldi gevur sangunum nakað heilt serligt!
Á útgávuni eru fleiri fínir sangir, men skal eg nú taka ein fram, so fall eg pladask fyri «The Hard Way», tí hesin hevur eitt ella annað intest, sum Beinir dugir at gera viðkomandi og næverandi!
Føroyski «boybandarin»
Tá eg hoyrdi nøkur av stakløgunum, so kundi eg ikki annað enn at hugsa um nógv hoyrda «boyband soundin», tí tað skerst ikki burtur, at hann hevur nakað í røddini, sum fer tann vegin.
Tað er kanska bæði ein styrki og veikleiki, men eg skal skunda mær at siga, at Beinir hevur eina sera góða og sterka rødd, sum fer at bera hann langt fram!
Í hesum poppkenda finnur Beinir seg væl, tí hann hevur hetta við at duga samspælið millum framførslu og at tað skal sita!
Tað er onki at taka seg aftur í, at vit eiga ein tónleikara í Beini, sum fer at undirhalda okkum í langa tíð!
Hann hevur funnið sær gott samstarv og góðan stuðul, so man hann ikki fara at liva upp til tað hann vil og dugir?
Eg keypti mær frálíku útgávuni og setti meg at lurta, tí eg havi fylgt Beini í nógv ár, og hann gevur alla tíðina nakað gott og eina góða kenslu.
Kann bara mæla fólki til at ogna sær útgávuna Greener og njóta!
Onkur kann kanska siga, at vit skulu leggja okkum upp at tí altjóða og meta okkum hareftir, men eg vil siga, at Beinir hevur sítt egna og skal hava fult stjørnutal!
Fríðálvur A. Jensen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald