Mentan

Beinir á Smukfest

Beinir fer at spæla seks konsertir á festivalinum, sum verður í næstu viku

(Mynd: Beinir)

(Mynd: Beinir)

2024-08-02 20:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Beinir og Smukfest bjóða til Unknown Location Tour Smukfest í Skanderborg er ein av stóru tónleikafestivalunum í Danmark. Har hava tey eisini lagt merki til sermerktu konsertferðina hjá Beinir – sum hann kallaði Unknown Location Tour.

Beinir bað sínar fjepparar senda uppskot um støð, har hann kundi spæla og setti síðan tvær konsertferðir saman. M.a. spældi hann á eini deild á Ríkissjúkrahúsinum, í einum motorsúkkluklubba og heima hjá fólki. 

Nú bjóða Smukfest og Beinir seks konsertir á festivalinum, sum verður í næstu viku. Hósdagin og fríggjadagin spælir Beinir á festivaløkinum, m.a. á Pianobar og NaturligHeden. Men festivalgestirnar sleppa at gera av, hvar seinasta konsertin klokkan 14 fríggjadagin verður spæld. Teir kunnu senda uppskot til Beinir, og so velur ein vinnara úr rúgvuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder