Innanlands

Beinir blandar seg í løgmansstríðið

Nú er tað ikki longur bara Aksel ella Bárður, sum eru upp á spæl til løgmansssessin, vísir veljarakanningin sum Portal.fo og Blaðið Vikuskifti hava latið gjørt

Beinir Johannesen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Beinir Johannesen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-11-18 07:30 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Seinastu nógvu árini hevur spurningurin um hvør skal vera Føroya løgmaður verið ein spurningur um antin formann Javnaðarfloksins ella formann Sambandsfloksins. Um Aksel ella Bárð.

Men nú er formaður Fólkafloksins, Beinir Johannesen, komin við í kappingina.

Í hvussu so er sambært seinatu veljarakanning, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin og Blaðið Vikuskifti í undanfarnu viku.

Í kanningini tá settu vit eisini veljarunum spurningin um hvønn tey hildu skuldi vera løgmaður eftir næsta løgtingsval.

Kanningin er áhugaverd, og speglar vánaliga valið, sum núverandi samgonguflokkar høvdu fingið um val var nú.

[object Object]

22,5 prosent av veljarunum svara at tey ynskja unga fólkafloksformannin til formann. Og tað skal síggjast í mun til tey 29,5 prosentini, sum siga seg velja Fólkaflokkin í kanningini.

Les meira ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder