Seinast í 2023 kom fyrsta staklagið "Greener" av heildarútgávuni, sum Beinir er í gongd við, og síðani hevur hann havt fleiri konsertir og framførslur í Danmark, har hann býr og fylgir sínum tónlistadreymum. Men loksins er Beinir klárur at koma heim at hava konsert, og hon verður sjálvandi á heimabeiti; í Løkshøll leygarkvøldið 23. november, skrivar Løkshøll í tíðindaskrivi.
Beinir hevur veruliga fingið vind í tónlistarligu seglini í Danmark, har hann m.a. hevur hitað upp fyri navnframar bólkar sum Jonah Blacksmith, Stine Bramsen, og Dopha.
Í vár hevði hann nakrar heilt serligar konsertir undir heitinum "Unknown Location Tour", har hann bað sínar fjepparar á sosialu miðlunum koma við uppskotum til, hvar hann skuldi hava konsertir. Úrslitið var, at hann m.a. hevði konsertir á Ríkissjúkrahúsinum, í einum motorsúkklufelagi og í privatum heimum.
Eftir hesa øðrvísi konsertrøðina hevði hann eina útselda konsert saman við bólki sínum á Hotel Cecil í Keypmannahavn.
Seinast vit upplivdu Beinir var í sjónvarpssendingini 'fællessang' á DR, tá ið hann stóð einsamallur á trappuni í Christiansborg við sínum gittara og vøkru rødd og framførdi Gasolin sangin "Hvad gør vi nu, lille du".
Beinir hevur fingið nógv rós í donskum tónlistarligum tíðarritum sum Gaffa og Bands of Tomorrow, og síðstnevnda gav honum 4,5 stjørnur av 5 møguligum fyri konsertina á Uhørt festivalinum við hesum orðunum:
– Einsamallur á pallinum við sínum gittara leveraði Beinir eina av bestu konsertunum leygarkvøldið.
Atgongumerki til konsertina í Løkshøll kunnu keypast á loksholl.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald