Mentan

Beinir í Vild med dans fríggjakvøldið

Hann skal kortini ikki royna seg á dansigólvinum, men fer at framføra sítt nýggjasta staklag

2024-09-25 15:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá danir og føroyingar tendra fyri Vild med Dans á TV2 fríggjakvøldið verður Beinir Troest at síggja.

Tað verður tó ikki á dansigólvinum, men á pallinum saman við nýggja Vild med dans-orkestrinum. Fyrr í ár var Beinir í sendingini Go’ morgen Danmark hjá TV2, har tey m.a. skiftu orð um hansara Unknow Location Tour, har hann bað fólk senda sær boð uppá, hvar hann skuldi koma at spæla. Ta ferðina sang Beinir sangin Romeo, sum nýliga var komin út.

Nú hevur TV2 aftur sent boð eftir Beinir. Hesaferð er hann biðin um at syngja nýggjasta staklagið Call me a dreamer í væl umtóktu undirhaldssendingini "Vild med dans", sum hevur sera nógvar hyggjarar – ikki minst í Føroyum.

- Tað verður stuttligt at sleppa at syngja Call me a dreamer saman við hasum orkestrinum, sigur Beinir.

- Og tað er avgjørt ein fyrimunur fyri meg at verða á pallinum og ikki á dansigólvinum, leggur Beinir skemtandi afturat.

Nýggja plátan hjá Beinir kemur út 25. oktobur, og næstu fimm vikurnar fer Beinir á konsertferð í Danmark, Týsklandi og Føroyum. Fyrstu konsertirnar verða solo-konsertir, meðan tær seinastu í Aalborg, Aarhus, Keypmannahavn og í Føroyum verða saman við bólkinum, sum Beinir hevur havt afturat sær seinasta árið.

Konsertin í Føroyum verður í Løkshøll 23. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder