Innanlands

Beinir Johannesen nýggjur formaður

Floksleiðslan í Fólkaflokkinum hevur í kvøld avgjørt, at Beinir Johannesen er nýggjur formaður í Fólkaflokkinum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-10 21:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Floksleiðslan hevur sitið á fundi síðani klokkan 17 í dag, og nú fyriliggur eitt úrslit. Beinir Johannesen er nýggjur formaður í Fólkaflokkinum.

- Eg eri harmur um tað støðuna vit eru komin í. Hetta er kanska ikki rætta tíðin (til nýggjan formann, red.), men vit mugu arbeiða út frá veruleikanum sum hann er, og royna at hyggja fram eftir, og arbeiða fyri at fáa góða undirtøku til løgtingsvalið, sigur nýggi formaðurin í Fólkaflokkinum.

Tað var ein samd floksleiðsla, sum í kvøld valdi Beinir Johannesen sum nýggjan formann eftir at Christian Andreasen hevur lagt frá sær.

Les eisini: - Hava lagt gamlar ósemjur aftur um okkum og líta fram eftir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder