Innanlands

Beinir Johannesen valdur til løgmann

26 tingfólk atkvøddu fyri at velja Beinir Johannesen til løgmann

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-04-13 11:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins, er nú løgmaður. 26 atkvøður fóru fyri og 7 vóru blankar, tá løgtingið valdi nýggna løgmann fyri løtu síðani.

Síðan fekk Beinir Johannesen orðið til sína fyrstu røðu sum nývaldur løgmaður:

Beinir Johannesen nýtti høvi til enn einaferð at staðfesta, at blokkpolitikkur, har arbeitt verður miðvís ímóti einum ein ávísum politikki ella flokki, ikki longur er galdandi í føroyskum politikki. Hann letur upp fyri breiðum samstarvi millum flokkarnar í hesum valskeiðinum.

Hann nevndi sum eitt av høvuðsmálunum fyri komandi valskeiði at fáa ung til at velja Føroyar.

- Málið er at fáa allar føroyingar at støðast í Føroyum.

Eftir stuttu røðuna útnevndi løgmaður hesi til landsstýrisfólk:

  • Bárður á Steig Neilsen verður landsstýrismaður við uttanríkis- og fiskivinnumálum og varaløgmaður
  • Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður við figgjarmálum
  • Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við vinnumálum
  • Margit Stórá, landsstýriskvinna við almanna- og bústaðarmálum
  • Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna við heilsu- og orkumálum
  • Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður mentamálum við mentamálum.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder