Innanlands

Beinir Langgaard er nýggjur formaður í LUN

22-ára gamli maðurin av Nesi starvast til dagliga sum forritari hjá Nema. Hann avloysir Jákup Petersen sum formaður í Landsungdómsnevndini hjá Heimamissiónini

Nýggi formaðurin (Mynd: trubodin.fo)

Nýggi formaðurin (Mynd: trubodin.fo)

2022-03-08 19:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu mongu árini hevur klaksvíkingurin og presturin Jákup Petersen virkað sum formaður í Landsungdómsnevndini hjá Heimamissiónini.

Fyri kortum varð Jákup Petersen valdur sum næstformann í skúlastýrinum fyri háskúlan, sum Kirkjuliga Heimamissiónin hevur sett á stovn, og nú hevur Beinir Langgaard er av Nesi játtað at verða nýggjur formaður í LUN. 

Hetta skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari.

Beinir er 22 ára gamal og er av Nesi. Hann hevur millum annað verið á bíbliuskúla í Danmark og arbeiðir nú sum forritari á Nema í Klaksvík. Hann brennir fyri at ung í Føroyum mugu koma, at hoyra Guðs orð, skrivar trubodin.fo.

Landsungdómsnevndin hevur høvuðsábyrgdina av ungdómsarbeiðinum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder