Føroyar og Grønland nýttu høvi til at gera vart við teirra ynski um at fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum, tá norrønu stjórnarleiðararnir í gjár hittust á árliga summarfundinum, sum hesaferð varð hildin í Danmark.
Tað søgdu bæði Beini Johannesen, løgmaður, og Jens-Frederik Nielsen, formaður fyri Naalakkersuisut, í sambandi við fundin á Marienborg í gjár.
Føroyska og grønlendska umboðanin í Norðurlandaráðnum var ein partur av dagsskránni á fundinum umframt tættari verjusamstarv og verja av børnum og ungum á internetinum, skrivar Ritzau.
![]()
(Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)
Ynskja at sita við borðið
Føroyar, Grønland og Áland hava í nógv ár verið partar av Norðurlandaráðnum, men tað hevur verið sum partur av ávikavist donsku og finsku sendinevndunum.
Føroyar og Grønland hava eisini í fleiri ár ført fram ynski um sjálvstøðuga umboðan. Hetta ynski hevur Áland ikki.
Ein arbeiðsbólkur er settur at arbeiða við eini dagføring av Helsingforssáttmálanum, sum er grundarlagið fyri samstarvinum í Norðurlandaráðnum.
Í arbeiðssetninginum hjá hesum bólkinum stendur, at tey skulu koma við einum uppskoti til, hvussu “finnast kann fram til eina javnbjóðis luttøku hjá Føroyum, Grønlandi og Álandi í norðurlendska samstarvinum”.
Ætlanin er at hetta arbeiðið skal vera liðugt í heyst, so at tað kann koma til viðgerðar á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum síðst í oktober.
![]()
(Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)
Beinir: - Vit eru til reiðar at taka ábyrgd
Ritzau setti í gjár løgmanni spurningin, hvat tað er, sum føroyingar ynskja, sum vit ikki kunnu í núverandi samstarvinum. Løgmaður svaraði soleiðis.
- Tað er, at vit formliga kunnu vera á jøvnum føti við øll onnur og luttaka sum øll onnur í tí, sum Norðurlandaráðið og norðurlendska samstarvið annars hava við sær. Vit eru eisini til reiðar at taka á okkum ta ábyrgd, sum hetta hevur við sær.
Fulla umboðan ella onga
Jens-Frederik Nielsen vísti á, at so leingi Grønland verður hildið uttan fyri hurðina, so er trupult at vera 100 prosent við í samstarvinum.
- Okkara støða er ikki broytt. Kann Grønland ikki vera ein partur á jøvnum føti við hini, so er trupult at síggja, hví vit skulu vera við, segði grønlendski landsstýrisformaðurin.
Grønland boðaði í 2024 frá, eftir at tey ikki vóru boðin við til ein týðandi toppfund, at landið ikki ynskti at vera við í politiska arbeiðinum í Norðurlandaráðnum.
Um ársskiftið fingu tey sokallaðu ‘trý sjálvstýrandi økini’ so fast pláss í formansskapinum í Norðurlandaráðnum, sum er ovasta politiska leiðslan millum ársfundirnar.
Tað er ikki tað sama sum fullur limaskapur – hann kann einans fáast í lag við at broyta Helsingforssáttmálan frá 1962, sum seinast varð broyttur í 1995.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald