Seinastu tvey árini hevur Beinir spælt nógvar konsertir í Danmark, har hann einsamallr hevur hitað upp fyri Jonah Blacksmith, Stine Bramsen og Dopha á teirra konsertferðum.
27. apríl fara Beinir og bólkur hansara at spæla teirra fyrstu konsert á Hotel Cecil í Keypmannahavn.
Í heyst gav Beinir út fyrsta staklagið, “Greener”, av komandi heildarútgávuni. “Greener”, sum snýr seg um at kasta seg út í tað ókenda og møta broytingum á veg móti dreyminum, kom ímillum 10 mest spældu sangirnar í donskum útvarpi.
Í februar gav Beinir út annað staklagið, “Romeo”, sum nú er í umferð í donskum útvarpi og eisini er sera væl móttikið.
Beinir hevur fingið góð skoðsmál í donsku tónleikatíðarritunum Gaffa og Bands of Tomorrow. Um framførsluna hjá Beinir á Uhørt skrivaði Bands of Tomorrow: “Alene på scenen indtog færøske Beinir scenen med sin guitar og leverede en af lørdagens bedste koncerter. Med imponerende guitarspil og en drum-pedal, fyldte Beinir Skatescenen ud med sin fantastiske sangstemme og velskrevne numre.”
Forsølan til konsertina á Hotel Cecil 27. apríl gongur væl. Til ber at keypa atgongumerki her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald