
Sum 19-ára gamal varð hann valdur inn í býráðið í Klaksvík við 170 persónligum atkvøðum. Harvið sló hann beinanvegin sítt navn fast á politiska pallinum, og í fjør gjørdi klaksvíkingurin av álvara bart á Løgtingsvalinum. Fyrstu ferð hann var uppstillaður, fekk Beinir Johannesen heili 970 atkvøður, og gjørdist harvið toppskorari á Fólkaflokslistanum.
Síðani Beinir hevur tikið sæti á Løgtingið, hevur hann upplivað, at tað er tungt at røkja sessin, samstundis sum hann er býráðslimur í Klaksvík. Hetta sigur Beinir í samrøðu við Kringvarpið í dag, har hann váttar, at hann ikki stllar upp til býráðsvalið í Klaksvík í heyst.
Skjótt 23-ára gamli býráðs- og løgtingslimurin hevur upplivað, at summi mál sum koma fyri Løgtingið veruliga skapa eina tvistøðu, tí ein ivast í, um "býráðshatturin" ella "løgtingshatturin" skal vera á. Fólkafloksmaðurin sigur, at hann ikki metir, at hetta er rætt. Nógva arbeiðsbyrðan gera tað eisini sera trupult at til fulnar røkja báðar sessir, og av tí at Beinir Johannesen ikki følir, at hann fær verið 100 prosent á til báðar fólkavaldur uppgávurnar, ið hann hevur fingið, hevur hann valt at halda seg til løgtingsarbeiði framyvir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald