Á ’Greener’ - fyrsta staklagnum av komandi útgávuni syngur Beinir um at taka ímóti broytingum á lívsleiðini.
Beinir hevur spælt sangirnar inn í kenda Grapehouse Studios í Keypmannahavn, og nú er hann klárur við fyrsta staklagnum, ‘Greener’, sum kemur út í dag, 8. september.
Síðan Beinir var stórur smádrongur, hevur hann spælt gittar og sungið. Við dreyminum um at røkka longur út við tónleikinum, flutti hann fyri tveimum árum síðan til Keypmannahavnar.
Í Greener syngur Beinir um at kasta seg út í tað ókenda og møta broytingum á veg móti dreyminum. Sangurin snýr seg um avgerðir, sum menniskju mugu taka og tær óvissur, sum vit skulu ígjøgnum, tá hugurin og ivin renna saman í eini óynsktari andsøgn.
Greener er innspælt live í Grapehouse Studio, og hevur heitt og vónríkt ljóð við klaverinum í miðdeplinum. Hetta lýsir væl singer-songwriter hugaheimin hjá Beini, sum fær íblástur frá Elton John, Billy Joel og Paul McCartney. At fáa live-kensluna inn í upptøkurnar hevur havt stóran týdning fyri Beinir, sum seinastu tíðina – einsamallur við gittara ella klaveri – hevur hitað upp á konsertferðum hjá Stine Bramsen, Jonah Blacksmith og Dopha.
Tónleikatíðarritini Gaffa og Bands of Tomorrow hava givið Beini sera góð skoðsmál og við 4,5 av 5 stjørnum skrivar Bands of Tomorrow um konsertina hjá honum á Spot-festivalinum: “Ind på scenen, helt alene, træder færøske Beinir ind med sin guitar og begynder det, der bliver en af lørdagens allerbedste koncerter […]. Med imponerende guitarspil og en drum-pedal fyldte Beinir Skatescenen ud med sin vanvittige sangstemme og velskrevede numre.”
Greener er framleitt í samstarvi við Søren Christensen (The Blue Van, Fallulah, Ameli Dot) og Anders Bønløkke (Zar Paulo og Alphabeat). Staklagið verður givið út undir plátufelagnum The Bank Records.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald