Tað var føroysk umboðan tá DR1 í gjárkvøldið bjóðaði til felagssang í sambandi við at danska grundlógin verður 175 ár.
Beinir Troest Rasmussen, ella bara Beinir, sum hann kallar seg, er fluttur til Danmarkar í royndini at liva av tónleikinum. Og tað var góð reklama, sum 23 ára gamli tónleikarin úr Saltangará gjørdi fyri sær sjálvum, tá hann framførdi lagið "Hva' gør vi nu, lille du" hjá Gasolin.
Framførslan var á Christiansborg í eyðkendu trappunum, sum eitt nú føra til fólkatingssalin.
Framførslan hjá Beinir sæst frá 39. minutti inni í sendingini, sum sæst her.
((Mynd: Beinir)
(Mynd: Beinir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald