Uttanlands

Beinleiðis ruta millum Grønland og Billund

Flogið verður til størstu floghavnina í Jútlandi eina ferð um vikuna

(Mynd: Air Greenland)

(Mynd: Air Greenland)

2023-03-29 19:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt lítið hátíðarhald var við gate 8-10 í floghavnini í Billund í dag í sambandi við at Air Greenland nú byrjar nýggja flogrutu millum Billund og Kangerlussuaq.

Grønlendska tjóðarfelagið fer fyribils at flúgva eina ferð um vikuna – hvønn mikudag – til Billund. Fyribils verður flogið fram til 11. oktober.

Air Greenland sigur, sambært Sermitsiaq, at flogfelagið hevur gjørt kanningar av, hvagar tey ferðandi til Keypmannahavnar skulu, og tað vísir seg, at ein stórur partur av teimum skulu víðari til Billund. Hetta ber boð um, at grundarlag nú eisini er fyri eini beinleiðis flogrutu til størstu altjóða floghavnina í Jútlandi.

Vónin er eisini, at grønlendska ferðavinnan kann fáa gagn av, at tað nú er beinleiðis samband til Billund eisini, skrivar Sermitsiaq.

Rutan millum Billund og Kangerlussuaq verður røkt av einum Boeing 737 flogfari hjá danska flogfelagnum Jet Time.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder