
Fyri at halda tilmælini um koronu er hátíðarhaldið á Skúlanum á Fløtum í dag fyri innbodnum
Hinvegin verður hátíðarhaldið stroymt, og sæst omanfyri.
Sí myndir tá næmingarnir tóku skúlan í nýtslu í gjár
Skráin:
Kl. 15.15 – Hátíðarhaldið í høllini byrjar
Birita Adela Davidsen, solistur, og Jákup Tórgarð, klaver, framføra eina týska ariu, “Vilja’s Lied” úr Die Lustige Witwe eftir Franz Lehár
Felagssangur: Landið eg bar við mær – Hanus Joensen, klaverfylgispæl
Annika Olsen, borgarstjóri, heldur røðu
Jenis av Rana, landsstýrismaður, ber fram eina heilsan
Verk eftir Atla Kárason Petersen og Oddfríð M. Rasmussen verður framført. Bólkur spælir og børn syngja
Umboð fyri høvuðsráðgeva EIND Í/F – Árni Winther, ber fram eina heilsan
Listafólkini greiða frá listaverkunum – Jón Sonni Jensen og Edward Fuglø
Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini, ber fram eina heilsan og handar saman við borgarstjóranum blómutyssi til skúlastjóran og frítíðarskúlaleiðaran
Jógvan Fríðriksson, Føroya biskupur, ber fram eina heilsan
Felagssangur: Tú alfagra land mítt – Hanus Joensen, klaverfylgispæl
Hátíðarhaldið í høllini endar
Kl. 16.15 – kaffi/te og køka í miðøkinum. Opið hús til kl. 18.00
Kim Hansen spælir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald