2021-07-11 15:41
Klokkan 15:30 verður søgulig fráferð í Spaceport America í New Mexico. Tá fer flogfarið hjá Virgin Galactic á flog.
Við er stovnarin av flogfelagnum Virgin, milliardingurin Richard Branson, sum verður fyrsta ferðafólk í rúmdini.
Sambært BBC hava 600 kundar longu teknað seg upp til túrin, sum altso ikki er ókeypis. 1,5 millión krónur hava latið í trygd fyri at koma á listan.
Hetta verður stroymt beinleiðis á Youtube-síðuni hjá Virgin Galactic.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald