Lokalblaðið í Norðoyggjum, Norðlýsið, skipar í kvøld fyri tiltaki í Spaniastovu. Heitið á tiltakinum er “Saman í fjarstøðu”, og reyði tráurin er korona-smittan.
Eingir áhoyrarar vera til tiltakið, men Norðlýsið stroymir beinleiðis á nordlysid.fo.
Tosað verður millum annað við Jan Petersen, stjóra í Christian í Grótinum og formaður í Norðoyavinnulívsráð umframt at tosað verður við fyrsta norðoyingin, sum fekk staðfest korona, og sum nú er frískur og loystur úr sóttarhaldinum.
Rani Nolsøe, Danny Baldursson og Jógvan Andrias koma eisini á gátt umframt Klaksvíkar Sjónleikarfelag bjóðar til korona-festival.
Fyrsta løtan er ætlað børnunum við Bub og Hanus-presti sum gestir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald