Innanlands

Beint undir 250.000 ferðafólk fyrstu sjey mánaðirnar í ár

Flogferðslan í Vágum er vaksandi

Vøksturin í juli og fyri árið higartil er stórur

Vøksturin í juli og fyri árið higartil er stórur

2019-08-15 10:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sambært Kringvarpinum er flogferðslan í Vágum støðugt vaksandi.

249.887 ferðfólk vóru farin og komin fram til 1. august í ár. Vøksturin er 12,7 prosent samborin við ferðafólktalið til 1. august í fjør.

3.233 fráferðir og komur vóru á flogvøllinum til 1. august. Kringvarpið skrivar, at  flogførini taka fleiri ferðafólk nú, so tann vøksturin er bara 0,9 prosent.

Juli er vanliga mánaðin, har flest fólk ferðast. Í juli í ár vóru ferðafólkini, sum komu og fóru um Vága Floghavn 63.788 í tali. Tann vøksturin er heill 16,2 prosent. 692,22 fólk komu og fóru um miðal um dagin, og hetta eru 20,8 prosent fleiri enn í juli í fjør.

Kringvarpið skrivar, at samstundis sum ferðafólkini gerast fleiri og fleiri, er farmurin og posturin, sum verður fluttur við flogfari, minni nú enn undanfarin ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder