2021-03-16 11:53

Í gjár vórðu 133 fólk koppsett fyri koronu í Føroyum. Harav vóru tað 86 fólk, ið fingu fyrra prikið, og 47 fólk fingu seinna prikið.
Hetta skrivar corona.fo.
Nú eru tilsamans 8.967 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 4.988 fólk hava fingið fyrru koppsetingina. 3.979 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald