2021-03-16 16:03

Í gjár var umsóknarfreistin til at byrja á miðnámi komandi ár. Greitt er, at 984 umsóknir um at sleppa at byrja á miðnámi næsta skúlaár vóru komnar inn. Hetta eru 65 fleiri, enn tað komu inn í fjør.
Tað skrivar Kringvarpið.
Hesuferð hava 781 av umsøkjarunum søkt um at sleppa á gymnasialu breytirnar - 203 hava søkt um at koma inn á yrkisnám. Umsøkjarar fáa svar fríggjadagin 23. apríl.
Rákið er, at fleiri kvinnur enn menn - gentur enn dreingir - søkja inn á Miðnám. Í ár eiga genturnar 54 prosent av umsóknunum, skrivar kvf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald