placeholder
Innanlands

Beint yvir 1.000 koronukoppsetingar gjørdar í gjár

Nú hevur næstan helmingurin - 49 prosent - av íbúgvunum fingið koppseting

Tilsamans eru 43.497 kopppsetingar gjørdar í Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)

Tilsamans eru 43.497 kopppsetingar gjørdar í Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-22 13:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár vórðu 1.037 fólk koppsett í Føroyum. Harav fingu 152 fólk fyrra prikið, og 885 fólk fingu tað seinna.

Heimasíðan corona.fo skrivar, at Nú hava 26.105 fólk fingið fyrru koppsetingina. Hetta svarar til 49% av fólkatalinum.

17.392 fólk hava fingið seinnu koppsetinginai. Harvið eru 32,6 prosent av íbúgvunum liðugt koppsettir.

Tilsamans 43.497 kopppsetingar eru gjørdar í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder